Granskarir hava staðfest hvussu langt ternan ferðast, og avdúkaðu samstundis eina ókenda farleið.

Granskarir á Grønlands Naturinstitutt megnaðu at skráseta hvussu langt teir í miðal 113 g stóru fuglarnir ferðast tá ið heystið kemur.

Skrásetingarnar vístu, at ternan, á ferð síni til Antartis og heim aftur, ferðast millum 59.500 og 81.600 kilometrar. Hetta er longsti ferðateinur ið nakað djór er skrásett at hava.

Leingi hevur verið gitt, at teinurin ið ternan flýgur sum flytifuglur er langur, men trupult hevur verið at staðfesta júst hvussu langur. Útgerðin, ið hevur verið nýtt til at skráseta ferðateinin hjá øðrum og størri fuglasløgum, var alt ov stór til ternuna. Men tá ið nýggir og lættari geologgarir gjørdist tøkir, bar til.

Higartil ókendur steðgur við New Foundland

Í kanningini festu granskarnir geologgarar á 11 ternur frá tveimum ymiskum bølum, t.e. 10 úr Grønlandi og einari úr Íslandi. Geologgarnir skráseta ljósstyrkina kring fuglin, og roknar longdar- og breiddargrad út frá sólarris, sólsetur og hvussu leingi skýmingin tekur.

Seinast í august vóru allar ternurnar við loggarum á veg suðureftir. Væntað varð, at ternurnar fóru at flúgva beina leið, men so var ikki. Allar tóku tær ein støðg á í miðal seks nætur í einum havøki út fyri New Foundland, har ið teir kaldu sjógvarnir norðanífrá møta teimum heitaru sunnanífrá.

Aftaná støðgin fóru tær víðari – nakrar fylgdu vestafrikansu strondini, meðan aðrar ta brasiliensku. Um miðjan apríl byrjaðu tær ferðina norð aftur, og tá støðgaðu tær aftur á út fyri New Foundland.

Ferðingarmynstur hjá ternum ið ferðaðust suður og norð. Grønt er ferðin suður, reytt er vetrarstøðgur við Antartis, og gult er ferðin norð. Ternurnar á mynd A ferðaðust einans framvið vestafrikansku strondini, meðan ternurnar á mynd B ferðaðust fram við brasiliensku strondini á veg suður.

Teinurin suður og norð fyri tær 11 ternurnar var í miðal góðar 70.000 kilometrar. Ternan kann gerast 30 ár, og merkir hetta, at ein terna í hennara livitíð kann ferðast tað ið svarar til tríggjar ferðir til mánan og aftur.

Vísindaliga greinin “Tracking of Arctic terns Sterna paradisaea reveals longest animal migration” kann lesast her.

Kelda: www.forskning.no