Granskarar finna líkleikar millum menningina í lívinum og í málinum. Leti er ein drivmegin

Tvær mekanismur frá lívfrøðiligari menning – arvfrøðiligur máttur og natúrlig úrveljing – eru funnin aftur í menningini av tí enska málinum.

Natúrlig úrveljing verður m.a. drivin fram av leti. Eitt nú tá ið orð verða stytt. Aeroplane gjørdist t.d. plane og automobil gjørdist bil. Arvfrøðiligur máttur er rætt og slætt tilvildir.

– Hetta er áhugavert, men granskarar staðfesta í grundini tað, sum vit vistu frammanundan. Royndirnar at finna eina frágreiðing eru eisini væl kendar, sigur Jan Terje Faarlund.

Jan Terje Faarlund er professari emeritus við Institutt for lingvistiske og nordiske studier á universitetinum í Oslo.

Hann heldur kortini, at tað er áhugavert, tá ið amerikanskir granskarar finna fram til, at tilvildir spæla ein so týðandi leiklut í menningini av máli.

Ein tílík tilvildarlig menning er eisini at finna í lívsins menning. Tað nevnist arvfrøðiligur máttur.

– Tað er ein siðvenja í málvísindum, at allar broytingar hava eina frágreiðing, eitt nú ávirkan frá øðrum málum, sigur Faarlund.

– Nøkur av okkum royna at siga, at ikki allar broytingar eru orsakað av ávirkan, men rætt og slætt tilvildir. Næstan hvat sum helst kann henda innan fyri tær rammur, sum universalmállæran setur, leggur hann aftrat.

Universalmállæran er tann grundleggjandi málskipanin, sum vit eru fødd við sambært heimskenda málgranskaranum Noan Chomsky.

Lesið meira her: https://forskning.no/historie-ny-sprak/evolusjon-i-levende-sprak/311898