Tíggju ára drúgv gransking vísir, at laksur undan aldum laksi ikki klárar seg eins væl í áum og á havinum.
Smolt undan slopnum alilaksi kappast við villa smoltið um avmarkaðu føðina í ánni, og kann harvið ávirka framleiðsluna av villum laksi. Tá ið tann slopni laksurin harafturat gýtir saman við villlaksinum, ávirkar hetta eisini arvaligu eginleikarnar hjá villa laksinum.
Í tíggju ár hava granskarir fylgt 75 laksafamiljum í Guddalsánni í Noreg. Í trý ár settu granskarnir tilsamans 254.400 gitin rogn av villlaksi, aldum laksi og hybridum (annað foreldri er vilt, hitt er alt) út. Endamálið var at kanna í hvønn mun sloppin alilaksur ávirkar villlaksin.
Hetta er higartil størsta verkætlan av sínum slag. Yvirlivilsi, vøkstur frá rogn til smolt, og vøkstur frá smolt til kynsbúgving varð mátað.
Framleiðslan av villlaksinum minkaði
Í tíðarskeiðinum har ið laksurin vaks frá rogn til smolt, sóu granskarnir sjónligan mun á hvussu nógv yvirlivdi. Av teimum ið vóru undan aldum laksi, yvirlivdi nógv færri, enn hjá teimum ið vóru undan villum laksi. Í miðal yvirlivdu 3,8% av villaksinum fram til smolt, samanborið við 1,8% hjá alda laksinum. 2,1% av hybridunum livdu fram til smolt.
Hjá laksi við somu aldu móður, men við annaðhvørt aldum ella villum pápa, yvirlivdu tey við villum pápa betri í 18 út av 20 dømum.
Fyri hvørji 100 villar laksar sum yvirlivdu frá rogn til kynsbúgving, yvirlivdu einans 44-76 hybridar og 21-30 aldir laksar . Úrslitini vístu harafturat, at í miðal fór alda smoltið á sjógv umleið 12 dagar áðrenn villa smoltið.
Aldu íløgurnar góvu góðan vøkstur á sjónum
Munurin í yvirlivilsi var eisini sjónligur á sjónum, har yvirlivilsi var meiri enn tvífalt so høgt hjá villa laksinum, samaborið við alda laksin. Í miðal yvirlivdi 0,94% av villaksinum og 0,41% av alda laksinum.
Í ánni eru avmarkingar í føði, og tí var har ikki stórur munur á vøkstrinum millum bólkarnar. Á sjónum gjørdist munurin á vøkstrinum tó sera sjónligur. Aftaná fyrsta árið á sjónum var allur tann aldi laksurin størri enn tann villi, og aftaná trý ár, vigaði aldi laksurin í miðal 5,6 kilo, meðan villi laksurin vigaði næstan trý kilo minni.
Aldu ílegurnar ávirka nattúrligu tillagingini
Tá ið tann slopni alilaksurin gýtir saman við villaksinum, fær avkomið eitt bland av ílegum frá bæði villum og aldum laksi (hybrid). Aldi laksurin er aldur til at klára seg væl í havbúnaðinum, og hevur tí heilt aðrar ílegur enn villlaksurin.
Hetta ávirkar eginleikarnar at tilllaga seg nattúruni, sum til dømis sást við at alda smoltið fór á sjógv fyrr enn ta villa. Nattúrliga tillagingin hjá villlaksinum er hend yvir nógv ár, meðan ílegurnar hjá alda laksinum eru broyttar yvir nøkur fá ættarlið, sum úrslit av miðvísa kynbótaarbeiðinum, ið hevur ment alilaksin til at verða vælegnaðaðan til havbúnað. Íbland av aldum ílegum vil tí bera við sær, at laksurin fær eginleikar ið eru minni góðar fyri yvirlivlsi í tí villa. Hetta kann bera við sær eina verri framleiðslu av villlaksi, og ein minni gýtingarstovn.
DNA-profilar avgerðandi fyri verkætlanina
Í Guddalsánni, har ið verkætlanin varð framd, verður fylgt væl við øllum fiski ið ferðast upp í og úr ánni, og tí er hetta ein av fáum áum í heiminum har slíkar verkætlanir kunnu fremjast.
Tá ið granskarnir kendu DNA-profilarnar á øllum foreldrunum í hesi verkætlanini, kundu teir finna avkomið í ánni og tað sum kom aftur til ánna at gýta aftaná fleiri ár á sjónum.
Vísindaliga greinin kann lesast her
Kelda: www.forskning.no