Krákur kunnu gita vektina á einum luti við at eygleiða hvussu hann flytir seg í vindi.

Nógv vísundalig gransking hevur kanna undrunarsomu eginleikarnar hjá kráku. Tað hevur víst seg, at tær minnast framúr væl, og kunnu minnast keðiligar hendingar við menniskjum fleiri ár aftaná hendingina.

Tær duga eisini væl at loysa uppgávur, og fyri nøkrum árum síðani samanbóru granskarir krákur og børn. Uppgávan var at fáa fatur á einum betri bita ið fleyt í einari djúpari krukku. Við at koyra steinar í krukkuna vaks vatnstøðan. Hetta funnu krákurnar út av eins skjótt og átta ára gomul børn.

Nú hava granskarir kanna eginleikan hjá kráku at meta um hvussu tungar lutir eru við at eygleiða teir í vindi.

 

At meta um lutir

Granskarnir nýttu krákur av slagnum New Caledonian. Onnur gransking hevur víst, at hetta slagið kann nýta amboð til at fáa fatur á kykt innan úr trøum.

Granskarnir vandu fyrst tólv krákur til at kenna mun á tungum og løttum lutum við at lata tær bera og kanna teir. Lutirnir vóru millum annað kubbar av ymiskum tilfari, til dømis plast og tundur. Helvtin av krákunum varð vant til at velja tungar lutir, og hin helvtin til at velja lættar lutir. Tá ið tær lótu rætta lutin í eina maskinu, fingu tær ein góðan bita afturfyri.

Men so fingu krákurnar truplari uppgávur. Tær skuldu eygleiða lutir ið tær ikki høvdu sæð áður, og meta um teir vóru tungir ella lættir. Krákurnar sluppu ikki at nerta við ella bera lutirnar. Sum eina ábending, lótu granskarnir vind frá einari viftu raka lutirnar. Teir løttu lutirnir flyta seg nógv við vindinum, meðan teir tyngru verða minni ávirkaðir. Síðani skuldu krákurnar velja lutin ið tær vóru vandar til at velja.

Kráka ið skal velja millum tveir lutir ið verða ávirkaðir av vindi frá viftu.

Í 73% av førunum valdu krákurnar rætta lutin. Hetta meta granskarnir benda á, at krákurnar hava gott skil fyri tyngd. Granskarnir loyvdu eisini krákunum at velja lutir uttan vind, og tá varð valið hjá krákunum tilvildarligt.

Granskarnir meta, at úrslitini frá hesari royndini benda á, at krákurnar frammanundan høvdu skil fyri hvussu lutir av ymiskari tyngd flyta seg í vindinum, og at tær við hesum kunnu gita um ein lutur er tungur ella lættur við at eygleiða hansara rørslur í vindi.

Næstan ongar royndir av slíkum slag eru framdar á onnur djórasløg, og granskarnir vita tí ikki at siga um krákur er serliga grovar til hetta slag av uppgávum.

 

Vísindaliga greinin kann lesast her

 

Kelda: www.forskning.no