Nýggj kanning vísir, at á einum banka kann fiskurin finna fleiri hundrað ferðir meira føði enn á djúpum vatni.

Djóraæti goymir seg fyri fiskunum

Eins og á landi, er ljós týdningarmikið fyri plantur og algur á sjónum. Men ljósið er eisini týdningarmikið fyri tey fiskasløgini ið nýta sjónina at veiða við. Tað gera til dømis sild og lodna.

Tess djúpari man kemur, tess myrkari verður tað. Tí flytur nógv djóraæti seg eftir ljósinum: tey fara djúpari um dagin fyri at goyma seg, og grynri um náttina fyri at finna føði tá ið fiskarnir ikki síggja tað. Summi sløg hava eisini vetrartilhald í dýpinum frá summar til næsta vár. Har við kunnu tey sleppa undan at verða etin.

Reyðæti (Calanus finmarchicus) ið er týdningarmikil føði hjá nógvum fiskasløgum. Mynd: www.sintef.no

 

Grunt vatn avdúkar djóraætið

Men hví er tað so gott hjá fiskunum at vera á bankunum?

Djóraæti verður flutt við rákinum, og kemur tí eisini til grynri økir. Her koma tey í meira ljós, og kunnu ikki fara djúpt at krógva seg.

Tá ið djóraætið fær meira ljós, og ikki fær goymt seg í myrkrinum, er tað ein fyrimunur hjá fiskinum. Tá sær fiskurin ætið, og veiðan gerst lættari.

Ikki meira føði, men lættari veiða

Dømi um slík grunn øki eru bankar.

Eitt ástøði hevur verið, at tað ikki er meira føði á fiskabankunum enn aðrastaðni, men at tað er lættari hjá fiskinum at finna føðina har. Hetta vísir hendan nýggja kanningin eisini.

Í 25 ár hevur Havforskningsinstituttið í Norra skrásett hvussu djúpt djóraæti stendur í Barentshavinum. Universitetið í Bergen hevur ment ein myndil ið metir um við hvørja fjarstøðu ein fiskur kann síggja djóraætið, m.a. tengt at ljósinum. Hetta samantvinnaðu granskarnir.

Úrslitini vóru greið: Um tað er eins nógv djóraæti á einum 100 metrar djúpum banka sum í einum 300 metrar djúpum øki, vil fiskurin síggja fleiri hundrað ferðir meira æti á bankanum.

Í 300 metrar djúpa økinum goymir ætið seg so djúpt, at tað nærum er ógjørligt hjá fiskinum at síggja tað.

Greinin “Caught in broad daylight: Topographic constraints of zooplankton depth distributions” kann finnast her, men uttan hald, má rindast fyri hana.

Kelda: www.imr.no