Meira enn ein triðingur av heimsins málum er hóttur – men hví hvørva mál?

Áður hava nógv mál verið til, sum nú á døgum púrasta eru farin í gloymskuna.

Sanskrit, tokariskt og latín vórðu talað fyri fleiri hundrað árum síðan, men í dag er tað eingin, sum hevur tey sum móðurmál.

– Tað kann standa væl til hjá einum máli, men so fara fólk bara at brúka tað til at tosa við vinir og kenningar og familju og at enda brúka tey bara málið til smáar orðingar og útsagnir, greiðir Thomas Olander frá.

Hann er fyrstiamanuensis í málvísindum á Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab á Københavns universiteti.

Mett hevur verið, at í dag eru 7097 mál í brúki í heiminum. Um leið ein triðingur av teimum er álvarsliga hóttur. Men hvussu kann eitt mál doyggja út?

Lesið meira her: https://forskning.no/innvandring-samfunnsgeografi-sprak/spor-en-forsker-hvorfor-dor-sprak-ut/1252640