Hvørji orð eru í ferð við at hvørva úr norska málinum?
Fartelefonini hava vit framvegis brúk fyri, men ikki orðinum, sum lýsir hana.
– Í dag er tað ein sjálvfylgja, at telefonir eru flytbarar, vísir Ruth Vatvedt Fjeld á.
Hon er professari í máli við universitetið í Oslo og hevur granskað í orðum í 35 ár.
Orðabókafrøðingurin er serfrøðingur nettupp í, hvørji orð eru í norska málinum og hvussu tey verða brúkt.
Í fyrstani æt tað bara telefon, men so kom fartelefonin. Tá máttu vit gera eitt orð fyri at gera mun á nýggju tøkniligu uppfinningini og gomlu telefonini við horninum, sum síðan fekk heitið fasttelefon.
– Nú eru tað ógvuliga fá, sum hava fasttelefon. Mítt boð er, at bæði fartelefon og fasttelefon sum orð fara at hvørva úr málinum. Hugsið bara um litsjónvarp, sum kom fram í 1970-árunum. Nú hava øll litsjónvarp og tí brúka vit bara orðið sjónvarp, sigur Ruth Vatvedt Fjeld við forskning.no.
Lesið meira her: https://forskning.no/spor-en-forsker-sprak/disse-ordene-trenger-vi-snart-ikke-lenger/332983