Albert Einstein segði eina ferð, at orð og mál ikki høvdu nakað við hansara evni í støddfrøði at gera. Nú bendir nýggj gransking á, at hann hevði rætt.
Mátin, ið heilin handfer mál og støddfrøði, sær út til at vera heilt ymiskur.
Tað skrivar livescience.com.
Granskingin er kunngjørd í tíðarritinum PNAS.
Granskararnir brúktu fMRI (functional magnetic resonance imaging). Hesin háttur at heilaskanna skrásetur broytingar í nervalagnum, sum útloysast av blóðstreyminum.
Á henda hátt kundu granskararnir síggja, hvør partur av heilanum lýsti upp í sambandi við ymisk sløg av uppgávum.
Lesið meira her: https://forskning.no/matematikk-hjernen-sprak/hjernen-behandler-sprak-og-matte-vidt-forskjellig/425700