Í løtuni verður á fyrsta sinni bora niður í Chicxulub torusteinaholið í Mexico. Torusteinaholið er leivd av stoytinum frá stóra torusteininum, ið rakti Jørðini fyri umleið 65 milliónum árum síðani. Júst hesin torusteinur er mest kendur fyri at vera orsøkin til, at millum annað dinosaurarnir doyðu út. Steinurin er mettur at hava verið so stórum sum nærum 10 kilometrar í diametri.

Inni í einum torusteinahol síggjast ringar av fjøllum, men leingi hevur man ikki vita hvussu hesir fjallaringar eru vorðnir til. Nú hava kanningarnar í Mexico staðfest, at ringarnir vera gjørdir av djúpliggjandi gróti, sum verður skumpa upp til yvirflatuni uppá minuttir undir sjálvum stoytinum.

Les meira her.