Brennievni, sum framkomin samfeløg nýta dagliga, verða pumpað úr jarðarinnar oljukeldum og síðani viðgjørd á ymsan hátt. Vanlig dropadríving ella destillering verður vanliga fyrst framd. Hereftir kunnu  fleiri ymiskar tilgongdir verða nýttar til at fáa brennievni við ynskiligum eginleikum. Talan kann verða um katalytiska reformering, katalytiska cracking, hydrocracking, alkylering og isomerisering. Hesar eru allar evnafrøðiligar tilgongdir, sum føra til eitt brennievni við ávísum  eyðkennum og eginleikum. Men brenning av fossilum brennievnum í kraftverkum og motorum kann ikki halda fram í longdini her á jørð av fleiri orsøkum. Eitt er, at mongdin er avmarkað. Annað er, at carbondioxid-útlátið, ið stavar frá brenning af dieselolju og bensin hevur við sær eitt óstøðugt veðurlag. Ógvusligar ódnir við knúsandi megi gerast alt vanligari kring knøttin.

Les meiri á setur.fo:
http://setur.fo/tidindi/bakteriur-framleida-benzin/

Líknandi evni

Bakteriur | dna | mutatión