Portalurin visindi.fo/science.fo kunnar um úrslit og greinir úr altjóða viðurkendum vísindaritum, rúmar viðmerkingar og kjak kring vísindaligt virksemi, gevur tilvísingar og kann seta kanningar og úrslit inn í ein føroyskan samanhang. Fróðskaparfelagið umsitur visindi.fo, sum hevur ein breiðan hóp av serfrøðingum knýttan at sær, t.e. fólk, ið starvast á ymsum granskingarstovnum og í -verkætlanum, til at gera vart við og vísa á tíðindi og kunning, sum eiga pláss á einum føroyskum vísindaportali.