Vit vita, at tað finnast nógv mál í heiminum, men vita eisini, at tað kunnu vera fleiri mál í einum einstøkum landi. Men hvat vita vit um tey nýggjastu málini? Ein granskingarbólkur av Aarhus universiteti hevur kannað, hvussu nýggj mál taka seg upp.

Søgan er í stuttum, at nýggj mál, sum menna seg sum samskiftismiðil millum tveir ella fleiri bólkar, ið frammanundan ikki hava eitt felags mál, og sum gerast nýtt móðurmál, nevnast kreolmál. Granskingarbólkurin úr Aarhus hevur samanborið kreolmál við ikki-kreolmál úr øllum heiminum. Tað vísir seg, at kreolmálini – óheft hvørt av øðrum – ofta fylgja somu menning.

Lesið meira her: https://videnskab.dk/kultur-samfund/8475-sprog-findes-og-der-kommer-nye-til